Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Um okkum Føroyar Klaksvík Norðoyggjar Gisting Kunning Tiltøk
Kort
Matstovur
Útferðir
Christianskirkjan
Norðoya Fornminnasavn
Mentanarhúsið Atlantis
Kaving
Spunavirkið FILANA
Ferðasamband
Tíðindasavn NO
Christianskirkjan
Kirkjubrekka 6
FO-700 Klaksvík

Mán-Sun:

10.00 - 11.00
14.00 - 15.00

Eftir avtalu

Christianskirkjan er fyrsta stóra kirkjan í Norðurlondum, sum er bygd eftir fornum norrønum byggihátti. Takkonstruktiónin er tann sama sum í víkingahallunum, og soleiðis sum hon er varðveitt hjá okkum í teim gomlu roykstovunum og føroysku bygdarkirkjunum. Henda takkonstruktiónin vísir seg at vera sera væl egnað til kirkjubygningar. Vit hava her í kirkjuni betri akustikk enn í nakrari aðrari kirkju av somu stødd.

Kirkjan kostaði umleið tvær milliónir krónur at byggja. Meira enn helmingurin av hesum pengum er givin av Fonden til Fædrelandest Vel. Hin helmingin hevur kirkjuráðið fingið til vega. Christian kongur X var protektor fyri nevnda fond, og fekk tí kirkjan navnið Christianskirkjan. Hon er vígd minninum um teir føroysku sjómenninar, som lótu lív undir seinna heimsbardaga.

Kirkjan hevur umleið 1000 sitipláss, men tann dagin, tann 7. juli 1963, har Fríðrikur kongur saman við trúnarvinginum, prinsessu Margrethu, og prinsessunum Benediktu og Anne Mariu var hjástaddur, vóru nógv fleiri til staðar.

Urgan er bygd í 1974 av Jensen & Thomsen, Hillerød, og hevur hon 29 røddir. Peter Kock hevur teknað orgulhúsið, og hevur hann eisini her nýtt íblástur frá neystunum.



(+298) 45 57 70
(+298) 45 75 81
(+298) 75 75 63

www.folkakirkjan.fo


Útskriva skjalið Send skjalið
 
Kunningarstovan í Norðoyggjum - Nólsoyar Pálsgøta - 700 Klaksvík - tel +298 45 69 39 - fax +298 45 65 86 - infoklaksvik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media